Landsliðsvenjarin hevur framt seks broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin í kvøld ímóti Gibraltar. Avspark er klokkan 19:45
Landsliðsvenjarin hjá monnum, Eyðun Klakstein hevur gjørt ikki færri enn seks skiftingar á liðnum til dystin í kvøld ímóti Gibraltar samanborið við teir fyrstu ellivu, ið vórðu sendir á vøllin móti Kroatia.
Mattias Lamhauge verður í mál, og í miðverjuni vera Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson, meðan Jann Benjaminsen og Martin Agnarsson vera á hvør sínum bakki.
Miðvøllin manna Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, ið eisini er liðskipari, Geza Dávid Turi og Árni Frederiksberg, og fremsti maður verður Páll Andrasson Klettskarð.
Teir, ið manna bonkin eru Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Hans Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg og Jákup Biskopstø Andreasen.
HM undankappingardysturin millum Gibraltar og Føroyar verður á Europa Point Stadion í Gibraltar, har pláss er fyri umleið 2.500 áskoðarum. Til dystin í kvøld vænta fyriskipararnir millum 1.500 og 2.000 áskoðarar.
Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya og útvarpið hjá FM1 fara at senda beinleiðis frá dystinum, og til tey, ið hvørki hava atgongd til sjónvarp ella útvarp, verður møguleiki at fylgja dystargongdini á portal.fo.
Avspark verður klokkan 19:45.