Odmar Færø fekk gult kort ímóti Kroatia, og er tískil leikbannaður til dystiin móti Gibraltar. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Gullbrandi Øregaard úr Sandnes ULF í Noregi
Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, verður noyddur at síggja burtur frá Odmari Færø til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point í Gibraltar mánakvøldið klokkan 19:45.
Í dystinum í gjár móti Kroatia fekk Odmar gult kort, og hann er tískil leikbannaður til komandi landsliðsuppgávu.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, ið spælir fyri Sandnes ULF í Noregi. Gullbrandur er higartil skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.