Føroyska liðið stóð enn eina ferð fyri einum rimmar avriki á Tórsvølli, og tað var eisini um reppið, at minst eitt stig bleiv verðandi í Føroyum. Men tá avtornaði vunnu kroatar 1-0 við málið sum Kramaric skoraði í 31. minutti


Ein nær um fullsettur Tórsvøllur tók fríggjakvøldið ímóti Luka Modric og hinum stóru stjørnunum úr Kroatia.

Men á vøllinum var lítið og einki at síggja til, at talan var um eitt av heimsins besta fótbóltslandsliðum, ið hesaferð var á vitjan á okkara tjóðarleikvølli.

Gamaní vóru løtur, har kroatar mest sum kringsettu føroyska brotsteigin, men føroyska verjan stóð væl, og inni á strikuni var Mattias Lamhauge sum ein køttur.

Og tá føroyska liðið fór avstað í umstillingum, brendi á framman fyri málinum hjá Kroatia.

Einasta málið í dystinum kom tá ein stórur hálvur tími var spældur. Andrej Kramaric, ið spælir fyri týska Bundesligafelagið Hoffenheim, kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum, og hann stútaði bóltin í netið.

Sum dysturin leið var føroyska liðið nærri við at javna, enn kroatar vóru at økja um leiðsluna. Men tá alt kom til alt fóru Luka Modric, ið kom á vøllin í seinna hálvleiki, og Kroatia avstað við sigrinum og teimum trimum stigunum.

Næst á skránni hjá okkara monnum er mánadagin, tá útidysturin móti Gibraltar verður á Europa Point Stadion í Gibraltar. Í hinum dystinum í okkara bólki, sum eisini varð spældur fríggjakvøldið, vann Kekkia 2-0 á útivølli móti Montenegro.

Kekkia er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fimm dystir, Kroatia hevur 9 stig fyri tríggjar dystir, og á triðja plássi er Montenegro við 6 stigum fyri fýra dystir. Føroyar hava 3 stig fyri fýra dystir, og aftast er Gibraltar, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar