Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum móti Kroatia í kvøld klokkan 19:45
Tað verður fullsett, tá Føroyar og Kroatia bresta saman í HM undankappingardysti á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.
Føroyski hópurin hevði sína fyrstu venjing seinnapartin mánadagin, og síðani hava Eyðun Klakstein og hansara menn hugsavnað seg um stóru uppgávuna sum stendur fyri framman, nú eitt av heimsins bestu fótbóltslandsliðum vitjar í Føroyum.
Og teir fyrstu ellivu, ið landsliðsvenjarin sendir á vøllin frá byrjan eru hesir: Mattias Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen og Meinhard Egilsson Olsen.
Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Chukwudi, Martin Agnarsson, Jann Benjaminsen, Noah Mneney, Geza David Turi, Adrian Justinussen, Poul Kallsberg, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð og Jóan Símun Edmundsson.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Kroatia nummar 10, av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni, meðan Føroyar í løtuni eru á 141. plássi.