Í dagligdegnum selur Odmar Færø møblar og annað innbúgv til vinnuna, meðan størsti parturin av frítíðini fer við fótbólti. Men við einum góðum stjóra, so ber tað væl til, sigur miðverjin millum annað í samrøðu við FSF varpið
– Áðrenn, so lógu tær bara í einari eskju og samlaðu støv. Men nú fekk eg møguleikan at hanga tær upp, og eg haldi tað er stuttligt at kunna vísa fram, tá kundar og onnur koma á vitjan.
Tað sigur Odmar Færø um allar landsliðstroyggjurnar, sum hann hevur fingið aftaná landsdystir, og sum í dag prýða skrivstovuna í IDE Møblum, har sterki miðverjin arbeiðir.
Í farnu viku var FSF varpið á vitjan á arbeiðsplássinum hjá Odmari Færø, sum saman við landsliðnum er farin undir fyrireikingarnar til HM undankappingardystin móti Kroatia, ið verður á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 19:45.