U15 dreingir og U15 gentur leggja fyri í august, U21 og manslandsliðið spæla undankappingardystir í septembur, og í oktobur fara kvinnurnar til Baltic Cup í Litava. Tilsamans eru umleið 30 landsdystir á skránni í heyst


Nógv landsliðsvirksemi er á skránni næstu mánaðarnar, og sum yvirlitið sær út í løtuni, skulu ungdómslandsliðini, U21 landsliðið, kvinnulandsliðið og manslandsliðið spæla umleið 30 landsdystir í heyst.

U15 dreingirnir leggja fyri við UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi frá 6. til 13. august. Luttakandi londini vera Estland, Gibraltar og Føroyar, og annaðhvørt Lettland ella Kasakstan.

Eina viku seinni fara U15 genturnar til Lettland, hara tær skulu taka lut í Baltic Cup. Umframt Føroyar og Lettlandi, vera Estland og Litava eisini við í kappingini, sum verður frá 20. til 28. august.

Í septembur eru EM og HM uppgávur á skránni hjá U21 og manslandsliðnum – sum millum annað skal møta Kroatia á heimavølli – og í oktobur mánað skulu kvinnurnar til Baltic Cup í Litava.

Atgongumerki til HM undankappingardystirnar hjá monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Landsliðsskráin 2025