Farnu dagarnar hava føroysku U17 genturnar tikið lut í Baltic Cup 2025, sum hevur verið í Litava. Úrtøkan gjørdist tvey tepur 2-1 tap, og ein 4-2 sigur
Sara Benjaminsen skoraði trý mál, tá føroyska U17 landsliðið í gjár, mánadagin, vann 4-2 á Litava. Talan var um triðja og síðsta dystin í Baltic Cup 2025, sum farnu dagarnar hevur verið í litaviska høvuðsstaðnum, Kaunas. Framman undan høvdu okkara gentur verið fyri tveimum teprum ósigrum.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 2-1 fyri Estlandi. Kára Sigurðsson legði Føroyar á odda í 18. minutti, og leingi var ein føroyskur sigur í eygsjón. Men seks minuttir fyri leiklok javnaði Estland, og tá ein minuttir var spældur út yvir vanligu leiktíðina, var aftur mál til eslendsku genturnar.
Í øðrum dystinum, sum var ímóti Lettlandi, var føroyska lagnan nærum hin sama. Naomi Hansen legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum í seinna hálvleiki svaraðu lettlendsku genturnar aftur, og enn einaferð var tað ikki fyrr enn í allar seinastu minuttunum, at avgerðin fall.
Í triðja dystinum hilnaðist betri hjá Eyðvør Jakobsen og hennara gentum. Longu aftaná 20 minuttir var støðan 3-0, og tá avtornaði stóð 4-2 til Føroyar ímóti Litava á máltalvuni á LFF Treeningkeskus stadion í Kaunas. Sara Benjaminsen skoraði trý mál, meðan Lilja Højsted gjørdi eitt.
Lettland vann Baltic Cup 2025 fyri U17 landslið við gentum við 6 stigum og málmuninum +3. Litava gjørdist nummar 2, somuleiðis við 6 stigum, men málmuninum +1. Føroyar og Estland fingu 3 stig í part, men av tí at Føroyar høvdu betri málmun enn estar, endaðu okkara gentur á 3. plássi í kappingini.
Næst á skránni hjá føroyska U17 landsliðnum við gentum er EM undankappingin, sum verður í Slovenia í novembur. Umframt Føroyar og Slovenia, er Ísland eisini við í bólkinum.