Mánadagin 23. og týsdagin 24. juni skipar FSF fyri einum serligum fótbóltsskúla á Tórsvølli, sum verður fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U9, U11 og U13


– Vit fara at leggja dent á spæl, gleði og kapping, og endamálið er, at tá børnini fara heim aftur, so eru tey nøgd og troytt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið er ein av samskiparunum av fótbóltsskúlanum hjá FSF.

Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Pláss er fyri 96 luttakarum í hvørjum aldursbólki.

Umframt fótbóltsskúlin hjá Fótbóltssambandi Føroya, skipað KÍ, FC Suðuroy, 07 Vestur og NSÍ eisini fyri fótbóltsskúlum í summar. Tilmeldingin gongur væl, men enn eru nøkur pláss eftir.

TILMELDING

Klaksvík (U6-U11)
20. og 21. juni
Tilmeldingarfreist: Týsdagin 17. juni
Pláss fyri 200 luttakarum
Kostnaður: 500 kr. (U7 og U9) og 550 kr. (U11)
Tilmelding: Trýst HER

Tórsvøllur (U9, U11 og U13)
23. og 24. juni
Tilmeldingarfreist: Hósdagin 19. juni
Pláss fyri 96 luttakarum í hvørjum aldursbólki
Kostnaður: 210 kr.
Tilmelding: Trýst HER

Vágur (U7-U13)
25. og 26. juni
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 20. juni
Pláss fyri 120 luttakarum
Kostnaður: 500 kr. (U7 og U9) og 550 kr. (U11 og U13)
Tilmelding: Trýst HER

Sørvágur (U7-U13)
2. og 3. juli
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 27. juni
Pláss fyri 100 luttakarum
Kostnaður: 500 kr. (U7 og U9) og 550 kr. (U11 og U13)
Tilmelding: Trýst HER

Klaksvík (U13)
7. og 8. juli
Tilmeldingarfreist: Mikudagin 2. juli
Pláss fyri 50 luttakarum
Kostnaður: 550 kr.
Tilmelding: Trýst HER

Runavík (U7-U13)
2. og 3. august
Tilmeldingarfreist: Mikudagin 30. juli
Pláss fyri 160 luttakarum
Kostanður: 500 kr. (U7 og U9) og 550 kr. (U11 og U13)
Tilmelding: Trýst HER