Tað var ein stoltur, men eisini eitt sindur nervøsur Poul Kallsberg, ið hóskvøldið trein á vøllin á risastóra Dinamo Arena í Tbilisi í Georgia.
Strandingurin í Víkingi fekk nevniliga sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið. Men stendur tað til Poul, so koma vónandi fleiri landsdystir á loggin í framtíðina.
Aftaná venjingardystin móti Georgia, sum endaði 1-0 til georgiarar, fekk FSF Varpið orðið á unga debutantin.