Við 2-1 sigri á Noregi tryggjaði Holland sær leygardagin evropameistaraheitið 2025 fyri U17 landslið við gentum


Holland er evropameistari 2025 fyri U17 landslið við gentum.

Leygardagin møttust Holland og Noreg í finaluni, sum varð spæld á Tórsvølli, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til Holland, sum var á odda 2-0 í steðginum.

Longu í triðja minutti legði Tess Van Der Vliet tær appilsingulu á odda, og beint fyri hálvleik økti Derks Ranneke um hollendsku leiðsluna.

Noreg svaraði aftur, tá ein lítil tími var spældur, við máli sum Marie Moen Preus skoraði. Men nærri komu okkara grannar fyri eystan ikki, og Holland er hervið fimta landið, ið vinnur EM fyri U17 landslið við gentum.

Aftaná dystin varð hollendska Derks Ranneke kosin besti spælari í kappingini, meðan Marie Moen Preus hjá Noregi gjørdist toppskorari við fimm málum.

EM endaspælið í 2026 verður í Norðurírlandi.

Evropameistarar 2007-2025
2008 – Týskland
2009 – Týskland
2010 – Spania
2011 – Spania
2012 – Týskland
2013 – Pólland
2014 – Týskland
2015 – Spania
2016 – Týskland
2017 – Týskland
2018 – Spania
2019 – Týskland
2022 – Týskland
2023 – Frankaríki
2024 – Spania
2025 – Holland

Myndir: Finnur Justinussen, Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen