Við einum tryggum 6-1 sigri á Eysturríki, endaði Spania nummar 5 í EM endaspælinum. Sigurin hevur eisini við sær, at spaniólar hava tryggjað sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Marokko í heyst
Á middegi var sjøtul settur á størsta fótbóltsdagin í hesum EM endaspælinum. Lagt var fyri klokkan 12, tá Eysturríki og Spania fóru á Tórsvøll at dystast um eitt pláss í HM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Marokko í heyst.
Og tað verða spaniólar, ið fara til HM. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-1 sigur til Spania, sum var á odda 2-1 í hálvleikinum.
Seinni í dag verður funnið fram til, hvørji lond skulu spæla EM finaluna 2025. Klokkan 15 byrjaði hálvfinalan millum Niðurlond og Frankaríki, sum verður spæld á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18 spæla Italia og Noreg á Tórsvølli.
EM finalan 2025 fyri U17 landslið við gentum verður á Tórsvølli leygardagin 17. mai klokkan 18:00.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin, og 20 krónur fyri børn.
Myndir: Hans Erik Danielsen