Fyrstu dystirnir í EM endaspælinum vórðu spældir sunnudagin. Á Tórsvølli var Noreg ruddiliga við yvirlutan, og vann 10-0 á Føroyum. Í hinum dystinum í bólkinum vann Holland 4-1 ímóti Eysturríki


Sunnudagin var sjøtul umsíðir settur á EM endaspælið 2025 fyri U17 landslið við gentum.

Holland og Eysturríki løgdu fyri á Djúpumýru í Klaksvík. Hollendsku genturnar løgdu bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var støðan 3-0 til Holland. Eysturríkarar svaraðu aftur áðrenn steðgin, men nærri komu tær ikki. Í staðin økti Holland í seinna hálvleiki, og vann 4-1.

Á Tórsvølli møttust Føroyar og Noreg, og sigast má, at tær norsku vóru ruddiliga við yvirlutan. Serliga í fyrra hálvleiki stóð nógv á føroysku verjuni, tí tá liðini fóru at hvíla seg stóð 0-8 á máltalvuni.

Í seinni hálvleiki sá munandi betri út, men norksu genturnar vóru ikki til at steðga, og tá slovenski dómarin floytaði av var støðan 10-0 til Noreg.

Í morgin, mánadagin 5. mai verða fyrstu dystirnir í bólki B. Klokkan 15:00 spæla Spania og Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18:00 møtast Pólland og Italia á Tórsvølli.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin, og 20 krónur fyri børn (0-16 ár).

Mynd: UEFA.com
Mynd: UEFA.com