Dystirnir hjá føroyska liðnum verða stroymdir á kvf.fo, meðan allir hinir dystirnir í EM endaspælinum verða stroymdir á UEFA TV
Kringvarp Føroya hevur fingið avtalu í lag við UEFA um, at KvF stroymir allar teir føroysku dystirnar í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.
Skrivið www.kvf.fo í kagaran, veljið síðani “Sjón”, og so “KVF 2”. Stroymingin verður eisini at síggja á forsíðuni á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Hini dystirnir í kappingini verða stroymdir á UEFA TV, sum finst á heimasíðuni hjá UEFA, har tað eisini er lætt og ómakaleyst at gera sær ein brúkara. Skrivið www.uefa.com í kagaran, veljið síðani “UEFA.tv” og trýstið á ein av dystunum.
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórsvøllur)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórsvøllur)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)
Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.
