Mánakvøldið hevði A-landsliðið við monnum sína síðstu venjing undan dystinum ímóti Montenegro. Áðrenn menninir fóru á vøllin fekk FSF Varpið orðið á Hanus Sørensen
Tað regnar illa í Montenegro í hesum døgum, og tað hevur millum annað havt við sær, at føroyska landsliðið ikki sleppur at venja á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.
Í staðin varð vant á Podgorica City Stadion, men tað órógvar ikki tað heilt stóra, sigur Hanus Sørensen, ið FSF Varpið hitti áðrenn venjingina mánakvøldið.