Yvirlitini yvir venjarar við UEFA A- og B-prógvum eru dagførd, og í løtuni eru 67 venjarar í Føroyum, sum lúka treytirnar, fyri at vera venjari í fremstu deildini hjá monnum

Seinastu mongu árini hevur verið møguligt hjá venjarum at taka sína venjaraútbúgving hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta hevur havt við sær, at nógvir venjarar hava tikið sítt UEFA B-prógv, og/ella sítt UEFA A-prógv hjá FSF, og á seinast dagførda yvirlitið sæst, at í løtuni eru 67 venjarar í Føroyum, sum hava galdandi UEFA A-prógv.

 

Skipanin er háttað soleiðis, at UEFA B- og A-prógv eru galdandi í 3 ár hvørja ferð, og er neyðugt at taka sokallaðar “impulstímar”, fyri at fáa prógvið endurnýggja. Minsta kravið er at venjarar taka 15 impulstímar tey trý árini prógvið er galdandi, og gera teir tað, verður gildið á prógvnum longt við trimum árum. Hetta verður kunnað um á øllum B4-, B- og A-venjaraskeiðum.

 

Á heimasíðuni hjá FSF er yvirlit yvir venjarar við galdandi UEFA B og A-prógvum, og verður hetta yvirlit leypandi dagført. Ein nýggj dagføring er júst løgd út, og her er hugstoytt at síggja, at talið á galdandi UEFA B- og A-prógvum er heldur lægri, enn higartil hevur verið hildið.

 

Í løtuni eru 67 venjarar við galdandi UEFA A-prógvi, og 74 venjarar við galdandi UEFA B-prógvi. Orsøkin til, at tølini ikki eru hægri, skal nokk finnast í, at nøkur, ið hava tikið venjaraprógv, ikki eru virkin longur, umframt at virknir venjarar ikki hava tikið neyðugu impulstímarnar, og sostatt er prógvið farið úr gildi.

 

Fótbóltssamband Føroya skipar regluliga fyri skeiðum, ið geva impulstímar, so venjaraprógvið kann verða endurnýggjað, umframt spennandi íblástur til sjálvt venjarastarvið. Fyri at vera venjari í fremstu deildini hjá monnum er krav, at viðkomandi hevur galdandi UEFA A-venjaraprógv. Næstu skeiðini, ið geva impulstímar, verða eftir ætlan á vári í 2019.

 

Yvirlitini yvir venjarar við UEFA B- og A-prógvum síggjast her:

 

UEFA B-venjaraprógv

 

UEFA A-venjaraprógv