Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á MCH Arena í Herning tann 27. mars, byrjar fríggjadagin 14. februar klokkan 10:00


Fríggjadagin 27. mars spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í hesum árinum, tá danir taka ímóti á MCH Arena í Herning. Samstundis verður talan um fyrsta landsdystin hjá Håkan Ericson, sum føroyskum landsliðsvenjara.

Á MCH Arena er pláss fyri umleið 10.000 áskoðarum, og til dystin móti Danmark hava Føroyar fingið tillutað 500 atgongumerki. Hesi verða sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF fríggjadagin 14. februar klokkan 10:00.

Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 140 krónur.

Landsdysturin millum Danmark og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 18:00, danska tíð.