Seinastu tvey vikuskiftini hevur verið skipað fyri B2-venjaraskeiðið í Havn og í Leirvík. Tilsamans 45 luttakarar vóru á skeiðunum
Tilsamans 45 luttakarar gjøgnumførdu, tá Fótbóltssamband Føroya seinastu tvey vikuskiftini hevur skipað fyri B2-venjarskeiði í Havn og í Leirvík. Til skeiðið í Havn vóru 24 luttakarar, meðan 21 luttakarar vóru á B2-venjaraskeiðnum í Leirvík.

Instruktørur vóru Petur Simonsen, Bjørn Krogh, Sigfríður Clementsen, Bill Mc.Leod Jacobsen og Jens Martin Knudsen.

B2-venjaraskeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt. Dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum, og evni, ið verða viðgjørd á skeiðnum, eru millum annað teknisk venjing, likamlig venjing, leiðsla, læruhættir/metoda og málmansvenjing.

Luttakarar, ið hava verið á B2-skeiðnum, hava rætt til at søkja um upptøku á B3-venjaraskeiðnum, sum verður í november í ár.

Myndir