Í november mánaða hava tvey B3-venjaraskeið verið á skránni. Tilsamans 42 venjarar luttóku á skeiðunum, sum vóru í Klaksvík og í Havn
Heili 42 venjarar vóru á B3-venjaraskeiðunum, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri í november mánaða.
Fyrra skeiðið var í Havn vikuskiftini 11. til 13. og 18.til 20. november, meðan seinna B3-skeiðið var í Klaksvík vikuskiftini 11. til 13. og 25. til 27. november.
Til B3-venjaraskeiðið í Klaksvík, har 22 venjarar tóku lut, var Petur Simonsen instruktørur. Á skeiðnum í Havn, har 20 venjarar luttóku, vóru Jógvan Martin Olsen og Hans Mourits Foldbo instruktørar.
Myndirnar niðanfyri eru frá B3-venjaraskeiðnum í Klaksvík.
Í samband við venjaraskeið sær komandi ár spennandi út. Í løtuni eru átta venjaraskeið og tvey impulsskeið sett á skránna fyri 2017. Yvirlit yvir venjaraskeið í komandi ári sæst her: Venjaraskeið 2017
Myndir: Petur Simonsen