Leygardagin 18. februar 2017, klokkan 13:00, verður 39. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum
Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 18. februar 2017, klokkan 13:00 í FSF-húsinum.
Hetta er samstundis 39. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð stovnaður tann 13. januar í 1979.
Fundarskráin verður sambært lógum felagsins.
Uppskot frá limum til Aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan Aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.
Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánaða áðrenn Aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.