Leygardagin 15. februar varð 35. aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hafnia
Í sambandi við, at talan var um aðalfund nummar 35 í røðini, greiddi Børge B. Hansen, sum var ein av fyrstu starvsnevndarlimunum í FSF, um søguna, tá ið FSF bleiv sett á stovn. Børge var sjálvur við til stovnandi aðalfundin, og á ársins aðalfundi var ein annar persónur, nevnliga Karl Vidtfeldt av Sandi, sum eisini var til stovnandi aðalfundin fyri 35 árum síðani. 

Roynt var annars á fyrsta sinni at stovna FSF í 1913, men tað bar ikki á mál, og í 1978 var eisini ein roynd at stovna Fótbóltssambandið sum sersamband undir ÍSF. Men bara KÍ og Fram tóku undir við hesum. Í 1979 bleiv Fótbólttsamband Føroya so sett á stovn, og tí hevur felagsskapurin í ár 35 ár á baki.

Børge B. Hansen hevði eisini fingið hendur á fyrstu fundarbókini hjá FSF við boðum um at fáa hana á rættar hendur, og hon bleiv so handað Christian F. Andreasen, FSF-forseta, og í hesum sambandi segði Børge B. Hansen seg vóna, at eitt fótbóltssavn bleiv gjørt á Tórsvølli.

Eftir vanligu dagsskránni fyri aðalfundin bleiv roknskapurin hjá FSF fyri 2013, sum vísti eitt yvirskot upp á eina slaka millión, lagdur fram, og hann varð einmælt góðkendur.

Síðani vóru nakrar broytingar í viðtøkunum fyri FSF og eitt nú í kappingarreglunum, sum starvsnevndin hevði skotið  upp, lagdar fram, og tær vóru allar samtyktar at kalla einmælt.

Val av limum í Aganevndina og í Yvirkærunevndina var eisini á dagsskránni, og í flestu førum tóku allir nevndarlimirnir við afturvali. Bæði Anni á Hædd og Sissal Kj. Kristiansen blivu afturvaldar í Aganevndina í tvey ár uttan nakað mótvalevni, og Sigmund Poulsen og Kjartan Mohr blivu somuleiðis afturvaldir sum varalimir uttan mótvalevni.

Í Yvirkærunevndini toku bæði Andrass Holm Arge og Jens Erik Magnussen og varalimurin Ken Nónklett við afturvali uttan mótvalevni, og nýggjur varalimur er Djóni Thomassen.

Í sambandi við aðalfundin bleiv eisini samtykt at bæði Loyvisnevndin og Kærunevndin í Loyvismálum skuldu umskipast, soleiðis at tær framyvir hava fimm fastar nevndarlmir í mun til áður, tá ið tær høvdu tríggjar nevndarlimir og tveir varalimir.

Í Loyvisnevndini tóku formaðurin Terje Sigurðsson og nevndarlimirnir Jógvan Joensen og Maria Húsgarð við afturvali, og nýggir í nevndini eru Ingi Højgaard og Bjarni Arnason.

Í Kærunevndini í loyvismálum tóku Páll Nielsen og Eyðbjørg Thorleifsson við afturvali, meðan Jóannis Skorheim bar seg undan afturvali. Nýggj í nevndini eru nú Jóhannes Færø, Alfred Petersen og Niels Winther.

Á aðalfundinum bleiv skotið upp, at bæði í sambandi við Loyvisnevndina og Kærunevndina í Loyvismálum kemur verandi nevnd at sita fram til 14. mars, meðan nýggja nevndin tekur við 15. mars.

Øll limafeløg hjá Fótbóltssambandi Føroya luttóku á aðalfundinum uttan SÍ og SÍF.