U21 landsliðið endaði undankappingina við einum væl uppibornum sigri í Kasakstan
Møði og langa ferðin var ikki at hóma á U21 dreingjunum, tá teir møttu Kasakstan á útivølli í Shymkent. Føroyska liðið stóð sera væl á vøllinum og var spælstýrandi so at siga allan fyrra hálvleik, og væl inn í seinna við.
Eftir gott trýst frá byrjan og fleiri atsóknir móti málinum, setti Stefan Radosavljevic hol á málskjótingina miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Støðan helt sær til hálvleiks, og føroyingarnir tóku í seinna hálvleiki við, har teir høvdu slept. Vertirinir úr Kasakstan vóru so smátt byrjaðir at leggja trýst á føroyska málið, men Føroyar svaraðu væl aftur við at økja um leiðsluna við máli frá Peturi Knudsen.
Í verjupartinum gekk alt eisini, sum tað skuldi meginpartin av tíðini. Verjan stóð væl, og Rói Mørk Hentze í málinum tók tað, sum slapp ígjøgnum verjuna. Eftir 64 minuttir slapp Jonn Johannessen eisini á máltalvuna. Hann gjørdi sjálvur eitt stórt forarbeiði, og skoraði til 3-0 eftir at málverjin í fyrstu atløgu hevði bjargað einum skoti frá Peturi Knudsen.
Kasakstan minkaði um munin longu ein minutt seinni, og stutt fyri leiklok fingu teir eisini høvið at pynta um úrslitið við brotssparki, sum Oralkhan Omirtayev umsetti til mál. Tað stóð nakað á seinastu minuttirnar, men dreingirnir megnaðu at halda høvdið kalt og taka ein væl uppibornan sigur við heim úr Kasakstan.
U21 landsliðið endar sostatt EM undankappingina við 9 stigum, og er á fimta plássi í bólkinum, áðrenn Montenegro hevur spælt sín seinasta dyst.