Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri C- og B-dómaraskeiði. 11 dómarar vóru á C-skeiðnum, meðan 16 luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum

——————

Sum liður í at útbúgva fleiri dómarar til føroysku fótbóltskappingarnar, skipar Fótbóltssamband Føroya javnan fyri skeiðum. Og farna sunnudag varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.

11 luttakarar vóru á C-dómaraskeiðnum, meðan 16 dómarar tóku lut á B-dómaraskeiðnum.

Fyrsta skeið í samband við dómaraútbúgvingina, er “FSF Dómarin”, og eftir at hava verið virkin sum “FSF Dómari” í eitt ár ella meir, verður fari víðari til C-dómaraskeiðið, og síðani B-dómaraskeiðið.

C-skeiðið gevur millum annað frálæru í “Teori”, “Video”, “9,15 metrar” og “Fyrisiting”. Á B-dómaraskeiðnum verður undirvíst í “Leiðslu”, “Hvussu selur tú boðskapin til spælararnar”, “Klundursstøður”, “Plasering” og annað.

Bæði skeiðini vórðu skipaði sum ástøði og praktik. Praktiski parturin var á niðaravølli í Gundadali, meðan tann ástøðiligi var í FSF-húsinum.

Tey 11, ið tóku lut á C-dómaraskeiðnum – Mynd: www.FSF.fo