Farna vikuskifti varð skipað fyri B1-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. 25 luttakarar vóru við á skeiðnum
Fimmogtjúgu, vónandi komandi venjarar, luttóku, tá Fótbóltssamband Føroya seinasta vikuskifti skipaði fyri B1-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.

Instruktørar á skeiðnum vóru Bill Mc.Leod Jacobsen og John Petersen.

B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, ið ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.

Myndir frá skeiðnum kunnu síggjast her: B1-venjaraskeið/januar 2016