Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur úttikið 25 spælarar, sum seinni í mánaðinum vera samlaðir á venjingarlegu í høvuðsstaðnum

——————

Í summar fer U21-landsliðið undir enn eina EM-undankapping. Fyrsti dysturin verður á heimavølli fríggjadagin 16. juni, tá Andorra vitjar í Føroyum. Hini londini í bólkinum eru Portugal, Kroatia, Grikkaland og Hvítarussland.

Fyrr í ár tók Eyðun Klakstein við sum U21-landsliðsvenjari, og sum fyrireiking til komandi avbjóðingar, verður skipað fyri venjingarlegu í Havn frá 24. til 26. mars.

Boðsendi hópurin telur 25 mans, og í høvuðsheitum er talan um spælarar úr heimligu kappingini. Tó eru trígggir, Rasmus Nilsson, Elias Rusborg og Martin Agnarsson, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti, umframt Gullbrandur Øregaard, ið spælir fyri norska felagið, Sandnes Ulf.

Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Áki Johannesen, B68 Toftir
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Símun Kalsø, KÍ Klaksvík
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Poul Kallsberg, Víkingur
Emil Weihe Joensen, B36 Tórshavn
Jónas Warner, B68 Toftir
Jóhann Højbro, ÍF Fuglafjørður
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Silas Gaard, KÍ Klaksvík
Olaf Bárðarson, Víkingur

Leikskráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

Myndir: Hans Erik Danielsen