FSF Varpið: Fyrrverandi B68-legendan og vinstri bakkur á landsliðnum, Øssur Hansen er gestur í FSF Varpinum hesaferð. Umframt at hava spælt við B68, B36 og GÍ, hevur Øssur eisini roynt seg í donskum fótbólti
Í dag er Øssur Hansen ein av fótbóltsmennarunum hjá FSF, og fylgir sum heild væl við í føroyskum fótbólti. Sum yngri var hann fastur partur av landslðnum, og hevur skorað tvey mál fyri Føroyar.
Men Øssur Hansen hevur eisini roynt mangt og hvat í fótbóltinum. Hann var við til at vinna FM í 1992, og var við tá toftamenn árið eftir spældu europeiskan fótbólt í Zagreb. Í innslagnum eru millum annað myndir frá dystinum í Zagreb fyri 24 árum síðani, tá Croatia Zagreb, sum liðið æt tá (Dynamo Zagreb í dag) vann 5-0 á B68.
Fryntligi toftamaðurin sigur sjálvandi eisini sína hugsan um komandi umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt leygardagin. Øssur Hansen hevur eisini sín favoritt um, hvør hann væntar fer avstað við føroyameistaraheitinum í ár.