Mánadagin fingu 23 venjarar handað UEFA B-prógv frá FSF. Seinasti parturin av B-útbúgvingini, ið er B4, byrjaði í mars og endaði við próvtøku í juni
B-venjaraútbúgvingin er skipað í fýra skeið, B1, B2, B3 og B4.
Seinasta skeiðið, ið er B4, byrjaði í mars og endaði við próvtøku í juni, og mánadagin fingu teir 23 luttakararnir, ið hava verið á B4-skeiðnum hesaferð, UEFA B-prógv handað.
B4-skeiðið er eyðkent av, at hvør luttakari hevur sín egna vegleiðara, ið vitjar til tríggjar venjingar í egnum felag.
Við støði í praktisku venjingini verður vegleitt um øll viðkomandi evni innan fótbóltsvenjing. Ikki minst um samskifti og um háttin, at fyriskipa venjingina.
Vegleiðarar og instruktørar á B4-skeiðnum hava verið Áki Johansen, Álvur Hansen, Eli Hentze, Hans Mourits Foldbo, Hegga Samuelsen, Jógvan Martin Olsen, Pauli Poulsen og Petur Simonsen, ið eisini hevur verið samskipari av B-útbúgvingini.
Harafturat hava Gitte Klein, Ann-Britt Mortensen og Sigfríður Clementsen verið instruktørar til ástøðiliga partin av skeiðnum.
UEFA B-prógvið gevur rætt til at søkja um upptøku til A-útbúgvingina, ið eftir ætlan byrjar í januar 2016.
Teir 23, ið hava tikið UEFA B-prógv hesaferð:
Allan Smedemark, Andre Magnussen, Andrew av Fløtum, Bárður í Gong, Djóni N. Joensen, Eddie Mikkelsen, Egil á Bø, Eyðun Svalbard, Jákup Martin Joensen, Jákup Poulsen, Janus Petersen, John N. Thomsen, Jón Sigurð Gleðisheygg, Jonathan Warner, Jonn Thomsen, Karl Øster, Kaysten Rasmussen, Kristoffur Vidtfeldt, Morten Overgaard, Pætur Dam Jacobsen, Pætur Midjord, Solomon Kwao og Súni Olsen.