Håkan Ericson og Eli Hentze hava sent boð eftir 23 spælarum til venjingarlegu, sum verður í Havn frá 11. til 14. februar

——————

Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping, har Føroyar skulu møta Moldova, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Danmark, eru so smátt farnar í gongd.

Í døgunum 11. til 14. februar verður skipað fyri venjingarlegu í Havn, og í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum.

Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Tíverri eru teir, ið eru sáttmálabundnir við KÍ, ikki tøkir til venjingarleguna hjá landsliðnum.

Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Alex Mellemgaard, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup L. Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ

Føroyar spæla fyrsta dystin í komandi HM-undankapping tann 25. mars, á útivølli móti Moldova.

——————

Skráin 2021

DatoKlokkanKapping / dystur
25. mars19:45Moldova – FøroyarHM 2022
28. mars19:45Eysturríki – FøroyarHM 2022
31. mars19:45Skottland – FøroyarHM 2022
4. juni19:45Føroyar – ÍslandVenjingardystur
1. september19:45Føroyar – ÍsraelHM 2022
4. september19:45Føroyar – DanmarkHM 2022
7. september19:45Føroyar – MoldovaHM 2022
9. oktober19:45Føroyar – EysturríkiHM 2022
12. oktober19:45Føroyar – SkottlandHM 2022
12. november19:45Danmark – FøroyarHM 2022
15. november19:45Ísrael – FøroyarHM 2022