Sámal Erik Hentze og Atli Gergersen hava sent boð eftir 22 spælarum til landsdystin móti Armenia, sum er tann fyrsti í komandi EM-undankapping

——————

Týsdagin 8. juni klokkan 17:30 spæla Føroyar og Armenia U21-landsdystin á Svangaskarði á Toftum. Talan er samstundis um fyrsta dystin í komandi EM-undankapping.

Sámal Erik Hentze stendur á odda fyri U21-liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann sent boð eftir 22 spælarum til komandi avbjóðing.

Hópurin
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Peter Bergmann, Middelfart BK (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur Skipanes, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ
Símun Sólheim, EB/Streymur
Steffan Løkin, B68
Áki Debes Samuelsen, HB
Andrias Edmundsson, Águilas FC (Spania)
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36

Sum liður í fyrireikingunum til dystin móti armenum, spælir U21-landsliðið venjingardyst á Svangaskarði hósdagin 3. juni móti íslendska U19-landsliðnum.

Hini londini í EM-undankappingarbólkinum hjá U21-liðnum eru Frakland, Norðurmakedónia, Ukraina og Serbia.