Í vikuni byrjaðu 13 luttakarar á A-venjaraskeið hjá FSF. Væntandi fáa teir prógv um gott hálvt annað ár

——————

– Tað er altíð hugaligt, tá nýggir venjarar taka við, og vit eru sum heild væl nøgdir við talið av luttakarum, ið nú eru byrjaðir á A-venjaraútbúgvingini, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin samlaðust teir 13 luttakararnir  – ein kvinna og 12 menn – fyri fyrstu ferð, og eftir at teir vórðu blivnir kunnaðir um, hvør leisturin fyri skeiðið fór at vera, og hvussu skráin sær út, varð farið í gongd.

Nakað av teori og venjing var á skránni mikudagin og hósdagin – bæði á Tórsvølli og á Svangaskarði – og komandi hálva annað árið verða umleið 25 samlingar, umframt at hvør luttakari hevur ein vegleiðara, ið javnan vitjar úti í felagnum.

Harafturat er eisini ein námsferð á skránni, og tá verður vitjað í einum av okkara grannalondum.

Myndir: www.FSF.fo