Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið byrjar týsdagin 1. desember klokkan 18:00. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF
——————
– Eg ivist onga løtu í, at um umstøðurnar vóru sum vanligt, so var fullsett til finaluna. Men vit mugu rættað okkum eftir myndugleikunum og teirra koronatilmælum, og tí sleppa bara eini 1100 áskoðarar á Tórsvøll leygardagin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Um vikuskiftið vórðu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar, sum í ár blivu avgjørdar yvir ein dyst. Tí varð spælt á uttanveltaðum vølli, og sigast má, at samstarvið við NSÍ og Runavíkar kommuna, og KÍ og Klaksvíkar kommuna um at hýsa hesum dystum, var framúr gott.
Við Løkin vann Víkingur 2-1 á B36, og við Djúpumýru vunnu føroyameistaranir 3-1 á NSÍ. Sostatt verða tað Víkingur og HB, ið bresta saman á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 16:00.
Men tíverri er avmarkað, hvussu nógvir áskoðarar sleppa til finaluna. Koronatilmælini frá myndugleikunum skulu haldast, og tað hevur við sær, at einans pláss verður fyri umleið 1100 áskoðarum á Tórsvølli leygardagin.
Lagt er upp til at HB-fjepparar sita í bólkunum 101, 102, 103 og 104 (nærmast svimjihøllini), og at Víkinga-fjepparar halda til í bólkunum 105, 106, 107 og 108. Síðan er ætlanin at uttanveltaðir áskoðarar sita í bólkunum 109, 110, 111, 112 og í bólki 113.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og letur upp týsdagin 1. desember klokkan 18:00.