Farna vikuskifti skipaði FSF fyri M2 málmansvenjaraskeiði á Sandi. 11 luttakarar gjøgnumførdu skeiðið
Í døgunum 25. til 28. februar var Depilin í Skálavík og vøllurin Inni í Dal á Sandi, umframt sparkivøllurin á Sandi, karmur um M2 málmansvenjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri.

11 luttakarar vóru á skeiðnum, og allir luttakararnir gjøgnumførdu. Instruktørar vóru fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen.

M2 er hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá FSF, og er tilsamans 40 tímar. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, har dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum.

Málið við M2 skeiðinum er millum annað, at luttakararnir skulu læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing, læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing, fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin, nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin og nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing.

Fleiri myndir frá skeiðnum síggjast her: M2 málmansvenjaraskeið á Sandi, februar 2016