Týsdagin 14. apríl spældi føroyska A landsliðið við kvinnum HM undankappingardyst ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Sum so mangan, var Heidi Sevdal á vøllinum frá byrjan – hesaferð fyri hundrandu ferð
Í 20 ár hevur Heidi Sevdal umboðað føroyska A landsliðið við kvinnum. Kvinnan við nummar 6 á bakinum, spældi sín fyrsta altjóða skrásetta dyst ímóti Wales í september 2006 og síðan tað, er tað blivið til 100 dystir í hvítum og bláum. Sostatt er Heidi tann fyrsti føroyski spælarin at náa einum trýsiffraðum dystartali.
Í hesum hundrað dystum hevur kviki áleyparin skotið 31 mál og er tí eisini tann føroyski leikarin, sum hevur skotið flest A landsliðsmál. Í heimligu kappingini hevur Heidi Sevdal spælt 336 dystir í MeistariDeildini og 50 í Steypakappingini, tilsamans hevur málslúkurin sett bóltin í netið 471 ferðir. Eisini kann nevnast at runavíkingurin heili 9 ferðir er vald til ársins leikara í bestu føroysku deildini.
Eyðvør Klakstein hevur spælt 63 A landsdystir, og í 14 ár hevur hon spælt saman við Heidi á landsliðnum. Hoyr her, hvat hon hevur at siga um liðfelagan.







