Sambært landsliðsskránni fyri 2020 skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla tíggju landsdystir í hesum árinum. UEFA Nations League er á skránni í heyst, men áðrenn tað skulu Føroyar spæla fýra venjingardystir – tveir í mars og tveir í juni mánað.
Í samband við venjingardystirnar er greitt, at annað av mótstøðulondunum í mars mánað verður Andorra, og at annað av mótstøðulondunum í juni mánað verður Ísland.
Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D, saman við Gibraltar, Lettlandi, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino. Hesi sjey londini skulu síðani býtast í tveir bólkar – ein bólk við fýra londum, og ein bólk við trimum londum.
Lutakastið til UEFA Nations League verður í Amsterdam í Hollandi týsdagin 3. mars. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.