Kappingarnevdin hjá FSF hevur avgjørt, at dystirnir í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið verða spældir fríggjadagin 21. og leygardagin 22. apríl

——————

Fyrr í vikuni var lutakast um, hvussu spælt verður í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Eisini var lutakast um, hvussu liðini í steypakappingini hjá kvinnum møtast í innleiðandi umfarinum, og í fjórðingsfinalunum.

Í 1. umfari í steypakappingini hjá monnum eru átta dystir eru á skránni, og fyri at geva áskoðarum og øðrum møguleikan at síggja so nógvar dystir sum tilber, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at dystirnir verða spældir fríggjadagin 21. apríl, og leygardagin 22. apríl.

Fríggjadagin 21. apríl
Víkingur – HB
FC Hoyvík – EB/Streymur
Skála – B71
NSÍ – MB

Leygardagin 22. apríl
TB – B68
B36 – KÍ
AB – FC Suðuroy
ÍF – 07 Vestur

Tá seinasti dysturin er spældur, og greitt er, hvørji lið hava spælt seg víðari í kappingini, verður lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni týsdagin 9. mai.

Steypakappingin kvinnur
Hjá kvinnunum háttaði lutakastið seg soleiðis, at í innleiðandi umfarinum møtast FC Hoyvík og 07 Vestur, og KÍ og ÍF.

Í fjórðingsfinalunum fær HB vitjan av KÍ ella ÍF, EBS/Skála tekur ímóti B36, FC Hoyvík ella 07 Vestur møtir NSÍ, og fjórði dysturin verður millum Víking og TB/FCS/Royn.

Innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum verður spælt flaggdagin, týsdagin 25. apríl, meðan fjóðingsfinalurnar vera sunnudagin 7. mai.