Mads Boe Mikkelsen skoraði føroyska málið, sum leingi sá út til at blíva tað einasta í dystinum. Men tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla, fingu moldovar brotsspark. Úrslitið millum Moldova og Føroyar gjørdist javnleikur 1-1

——————

Søgan hevur mangan hug at endurtaka seg, og soleiðis var aftur hesaferð. Fyri tveimum árum síðani spældu Moldova og Føroyar javnleik 1-1 á Zimbru Stadion í Chisinau, og nú, tvey ár seinni gjørdist úrslitið júst tað sama.

Fríggjakvøldið var undankappingin til EM 2024 skotin í gongd, og við javnleikinum er føroyska liðið komið hampuliga væl frá byrjan.

Tá 17 minuttir vóru spældir legði Mads Boe Mikkelsen Føroyar á odda. Gott føroyskt spæl endaði við, at Mads Boe bleiv fríur, og hann tók av møguleikanum. 1-0 til Føroyar, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Eftir steðgin løgdu moldovar eitt alsamt størri trýst á føroyska málið, og teir vóru eisini nær við nakrar ferðir. Men verjan stóð sera væl, samstundis sum Mattias Lamhauge í málinum var róligur í avgerandi løtum, og tók tað, ið var.

Men tríggjar minuttir fyri leiklok gekk ikki meira. Horna bleiv sent inn fyri, og eftir trunkaspæl floytaði dómarin fyri brotssparki til Moldova. Áðrenn sparkið skuldi avgreiðast skuldi hendingin hyggjast í gjøgnum av VAR, men tað broytti einki. Í staðin javnaðu moldovar til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið, og liðini fingu harvið eitt stig í part.

Í hinum dystinum í bólkinum hevði Kekkia vitjan av Póllandi, og har fóru heimamenninir avstað við einum tryggum 3-1 sigri.

Mánadagin skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, tá Norðurmakedónia tekur ímóti í venjingardysti á Todor Proeski Stadion í Skopje.

Næstu EM-undankappingardystirnir verða í summar. Leygardagin 17. juni kemur Kekkia á vitjan á Tórsvølli, og týsdagin 20. juni spæla Føroyar og Albania.

Myndir: Hans Erik Danielsen