Tað sigur Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum, eftir at liðið í evstu løtu skoraði til 1-1, sum merkir at Føroyar blíva nummar trý í bólkinum. Dagsins hetja bleiv Bergur Jákupsson Poulsen, sum stútaði bóltin í málið í yvirtíðini

– Hetta er ein sensatión. Vit hava fingið stig móti einum landið við yvir einari milliard fólkum, og einum árgangi, sum er eitt ár eldri enn okkara, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Føroyska liðið hevði tað annars trupult í dag. Spælararnir hjá Kina vóru væl fyri og løgdu okkara undir stórt trýst. Móti bæði Íslandi og Noreg slapp føroyska liðið at spæla bóltin runt í verjuni, men í dag var øðrvísi. Kina trýsti frá byrjan.

 

Føroyska liðið tóktist nakað tungt í mun til hinar dystirnar, men verjan stóð væl. Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at Kina kom á odda. Vælspælandi liðskiparin hjá kinverjum, Mohemaiti Naibijiang, rak framvið trimum av okkara, áðrenn hann spældi bóltin fyri føturnar á Xiangyu Tian, sum legði Kina á odda.

 

Í seinna hálvleiki gjørdi føroyska liðið fleiri útskiftingar, har millum annað Bergur J. Poulsen kom á vøllin. Samstundis skifti Áki Johansen spælskipan, so okkara høvdu tríggjar í miðverjuni. Tað tóktist at geva føroyska liðnum luft eina løtu.

 

Í yvirtíðini fekk føroyska liðið hornaspark. Allir spælararnir vórðu sendir fram. Ein av teimum var Bergur J. Poulsen, sum hegnisliga fekk stútað bóltin í málið til stóra gleði fyri spælarar, venjarar og áskoðarar.

 

Við javnleikinum hava Føroyar og Kina eitt stig í part, men føroyska U17-landsliðið endaði við betri málmuni og endar á triðja plássi. Tað merkir, at Føroyar skulu spæla plaseringsdyst um 5. plássið, sum verður móti Svøríki. Tann dysturin verður leygardagin kl. 11:00.

 

Føroyar U17 – Kina U18 1-1 (0-0)

0-1: Xiangyu Tian

1-1: Bergur J. Poulsen