Við hvør sínum sannførandi sigri, hava 07 Vestur og KÍ spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum

——————

Flaggdagin var innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Og við hvør sínum sigri, hava 07 Vestur og KÍ spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

Á Djúpumýru í Klaksvík tók greipuvinnararnir frá í fjør ímóti ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Og klaksvíkskvinnur lótu ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær víðari í steypakappingini. Úrslitið gjørdist 12-0 til KÍ, sum var á odda við seks málum í steðginum.

Rannvá Biskopstø Andreasen skoraði fýra ferðir, Tóra Mohr skoraði tvær ferðir, meðan Eyðvør Klakstein, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Maria Johansen og Durita Hummeland gjørdu hvør sítt, og eitt var sjálvmál.

Í Hoyvík var eisini dystur millum lið úr bestu og næstbestu deildini. FC Hoyvík tók ímóti 07 Vestur, og eisini her gjørdist talan um ein sannførandi sigur. Vágakvinnur vunnu 6-0, eftir at tær vóru á odda 3-0 í hálvleikinum. Margit Kwao gjørdi trý mál, Lisa Haraldsen skoraði tvey, og Kristina Gásdal gjørdi eitt mál.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar sunnudagin 7. mai. Í Havn spæla HB og KÍ, í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti NSÍ, í Gøtu fær Víkingur vitjan av TB/FCS/Royn, og EBS/Skála tekur ímóti B36.