Svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamren hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin móti Føroyum tann 12. oktober
Navnframi Zlatan Ibrahimovic verður við, tá Føroyar og Svøríki bresta saman í HM-undankappingardysti á Tórsvølli fríggjadagin 12. oktober, kl. 17:00.

A-landsliðsvenjarin hjá svium, Erik Hamren almannakunngjørdi í dag svenska hópin til dystin ímóti Føroyum.

Erik Hamren hevur úttikið 23 leikarar, sum allir spæla í stórfeløgum í Europa. Har afturat hevur Hamren eisini úttikið tveir leikarar, ið til dagliga spæla í USA.

Størsta stjørnan hjá svium í løtuni er uttan iva Zlatan Ibrahimovic, sum í summar varð seldur frá AC Milan í Italia til Paris Saint-Germain í Fraklandi.

Zlatan hevur spælt 82 landsdystir fyri Svøríki og gjørt 33 mál.

Svenski hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Par Hansson, Helsingborgs IF (SWE)
Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR)
Johan Wiland, FC København (DK)

Verjuleikarar:
Mikael Antonsson, Bologna FC (ITA)
Andreas Granqvist, Genoe FC (ITA)
Adam Johansson, Seattle Sounders FC (USA)
Mikael Lustig, Celtic FC (SCO)
Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ENG)
Martin Olsson, Blackburn Rovers (ENG)
Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL)

Miðvallarar/framherjar:
Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS)
Johan Elmander, Galatasaray (TUR)
Samuel Holmen, Instanbul BB (TUR)
Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA)
Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ENG)
Kim Kallstrøm, Spartak Moskva (RUS)
Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ENG)
Mathias Renegie, Udinese Calcio (ITA)
Tobias Sana, AFC Ajax (HOL)
Anders Svensson, IF Elfsborg (SWE)
Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL)
Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS)
Christian Wilhelmsson, Los Angeles Galaxy (USA)

Týsdagin 16. oktober, fýra dagar eftir dystin í Føroyum, skal Svøríki møta Týsklandi á útivølli.

Atgongumerki á 100 og 150 krónur fyri vaksin, og 50 krónur fyri børn, til dystirnar millum Føroyar og Svøríki, og Føroyar og Írland, kann keypast HER