Føroyska liðið megnaði ikki at taka av møguleikanum, og so gjørdi Zlatan sum hann vildi og skoraði bæði málini í svenska 2-0 sigrinum á Føroyum

Eftir dystin vóru venjari og leikarar væl nøgdir við føroyska innsatsin ímóti Svøríki, men endin gjørdist kortini, at sviar vunnu 2-0, við einum máli í hvørjum hálvleiki. Í báðum føri var stóra stjørnan hjá Svøríki, Zlatan Ibrahimovic málskjútti, og tað skuldi vísa seg, at føroysku leikararnir fingu nógv stríð av Zlatan.

Serliga Atli Gregersen fekk at merkja, hvussu Zlatan slappa at gera sum hann vildi, uttan at dómari ella hjálpardómarar talaðu at beistagerðunum hjá svensku heimsstjørnuni.

Nú øll liðini í HM-undankappingarbólki C hava spælt seks dystir, er Týskland fremst við 16 stigum, meðan Írland, Svøríki og Eysturríki hava 11 stig í part. Kasakhstan hevur 1 stig, og Føroyar hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar.

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður mikudagin 14. august, tá Ísland tekur ímóti í venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, meðan Kasakhstan góðar tríggjar vikur seinni, fríggjadagin 6. september, tekur ímóti í HM-undankappingardysti.