Høgi framherjin gjørdi vakrasta málið í EM-endaspælinum í Póllandi og Ukraina í summar
Hann er ein av mest eyðsýndu fótbóltsspælarunum í Evropa. Stórfeløg sum Ajax, Juventus, Inter, Barcelona og AC Milan hava øll havt stórspælaran á lønarlistanum. Høgi framherjin gjørdi vakrasta málið í EM-endaspælinum í Póllandi og Ukraina í summar. Hagtølini vísa, at hann triðja hvønn landsdyst skjýtur í minsta lagi eitt mál.
Zlatan Ibrahimovic er nógv tann størsta stjørnan á svenska landsliðnum. Hann er spælarin, ið kann gera tað mest ófatuliga við bóltinum. Vandamikli áleyparin er liðskipari á svenska landsliðnum, ið skal spæla ímóti Føroyum á graslíkinum á Tórsvølli.
Undir atfinningum
Sjálvsálitið hjá umstrídda 31 ára gamla framherjanum hevur ongantíð bilað. Stundum arroganti hugburðurin hevur havt við sær, at tað eru ikki øll, ið halda so nógv av persónligu eginleikunum hjá svensku superstjørnuni. Kortini eru fá, ið ivast í dygdunum hjá Zlatan Ibrahimovic á vøllinum.
Zlatan Ibrahimovic, ið hevur bosniskan pápa og kroatiska mammu, er føddur í Svøríki og spældi sín fyrsta landsdyst í 2001 – í málleysum venjingardysti ímóti júst Føroyum. Síðan fyrsta landsdystin hevur hann verið víða. Hann hevur umboðað fleiri av fremstu feløgunum í Evropa, og hann hevur skotið eina rúgvu av málum, har hann hevur spælt. Kappingarárið 09/10 hjá honum í Barcelona verður ofta umrøtt sum miseydnað, men svenski framherjin skeyt tá avtornaði ikki minni enn 16 mál hetta kappingarárið.
Zlatan Ibrahimovic skifti í summar til franska felagið Paris Saint Germain frá AC Milan. Vandamikli sviin hevur fingið eina góða byrjan í ríka franska stórfelagnum, har hann longu nú hevur skotið fleiri mál. Eftir skiftið til Paris Saint Germain í summar er Zlatan Ibrahimovic tann spælarin í heiminum, ið samanlagt er seldur fyri flestar pengar millum feløg. Herfyri setti hann eitt annað met, tá ið skeyt mál fyri Paris Saint Germain í Champions League kappingini, og gjørdist harvið fyrsti leikari at skjóta mál fyri seks ymisk feløg í evropeisku meistarakappingini.
Meðan leikarin við 10 talinum á svenska landsliðnum hevur staðið seg ómetaliga væl í flestu stórfeløgum, so hava avrikini stundum verið misjøvn á svenska landsliðnum. Í styttri tíðarskeið hevur hann sýtt fyri at spæla á landsliðnum, men hann er altíð komin aftur í aftur.
Krøvini og vónirnar hava altíð verið ómetalig høg til Ibrahimovic, og við jøvnum millumbili hevur hann verið fyri atfinningum ikki at spæla nóg væl ella ikki at skjóta nóg nógv mál. Atfinningarnar hava vanliga perlað av superstjørnuni, sum hevur svarað aftur við frálíkum málum og góðum avrikum í gulu landsliðstroyggjuni.
Samansett lið
Svenska landsliðið í 2012 er í stóran mun sett saman av leikarum, sum spæla uttanfyri Svøríki. Svensku landsliðsleikararnir eru millum annað finna í bestu deildunum í Onglandi, Italia, Fraklandi, Hollandi, Turkalandi og Russlandi. Royndastu leikararnir eru Andreas Isaksson, Sebastian Larsson, Kim Kallstrøm, Johan Elmander, Christian Wilhelmsson, Anders Svenson og navnframi Zlatan Ibrahimovic. Afturat hesum stuðulsleikarum teljast Rasmus Elm og Ola Toivonen, sum veruliga bitu seg fastar á svenska landsliðið í farnu undankapping.
Fleiri nýggj og spennandi nøvn eru við í svenska landsliðshópinum, sum komandi dystirnar skulu spæla móti Føroyum og Týsklandi í HM-undankappingini. Svensku miðlarnir hava gjørt nógv burturúr, at leikarar sum Mathias Ranégie úr Udinese, Alexander Kačaniklić úr Fulham og Tobias Sana úr Ajax eru við í hópinum hesaferð.
Síðan 2009 hevur Erik Hamrén staðið á odda fyri Svøríki. Fyrrverandi AaB venjarin hevur broytt spælistílin, so sviar í størri mun halda upp á bóltin og leypa á við fleiri monnum. Henda spæliætlan stendur í andsøgn við meira verjukendu tilgongdina hjá Lars Lagerback, sum í mong ár var landsliðsvenjari.
Svøríki hevur eins og Føroyar spælt ein dyst í HM-undankappingini. Hann var ímóti Kasakstan á heimavølli. Úrslitið var 2-0 til Svøríki. Hvørki áskoðarar ella landsliðsvenjarin vóru nøgdir við avrikið, men Erik Hamrén fegnaðist kortini um fullu úrtøkuna. Á tíðindafundinum eftir tann dystin, segði svenski landsliðsvenjarin seg vænta ein torføran dyst móti Føroyum:
– Dysturin ímóti Føroyum fer at líkjast dystinum ímóti Kasakstan. Føroyska liðið er sera, sera væl skipað í verjustøðu, og skulu vit skapa fleiri málmøguleikar og skjóta fleiri mál, mugu vit spæla betri enn vit gjørdu móti Kasakstan. Megna vit ikki tað, so mugu vit berja okkum til trý stig ímóti Føroyum, segði Erik Hamrén.
Framtíðin hjá svenskum landsliðsfótbólti sær bjørt út. Svøríki hevur eitt sterkt U-21 landslið, ið hevur staðið seg væl í EM -undankappingini. U-21 landsliðið skal í næstum spæla tveir dystir ímóti Italia um at vinna sær luttøku í EM-endaspælinum fyri U-21 landslið komandi summar. Í Svøríki verður væntað nógv av hesum ungu spælarunum, og at fleiri leikarar fara at gera seg galdandi á A-landsliðnum skjótt.
Standa seg væl
Hóast Svøríki ikki telist millum fólkaríkastu tjóðir í Evropa, so hava sviar kortini fleiri frálík úrslit at vísa á. Fyri nøkrum áratíggjum síðani bitu serliga Malmø FF og IFK Gøteborg frá sær í evropeiskum kappinum. Í 1979 spældi Malmø FF seg í Evropa Cup finaluna fyri meistaralið, og í 1982 og 1987 vann IFK Gøteborg UEFA Cup kappingina. Seinnu árini hava svensk feløg ikki staðið seg serliga væl í Evropa, og tað gongur longri og longri ímillum, at svensku meistaraliðini eru at finna í bólkaspælinum í Champions League kappingini.
Í landsliðshøpi hava søguligu úrslitini hjá Svøríki verið stak góð. Okkara norðurlendska brøðratjóð hevur tikið lut í heili 11 HM endaspølum, vunnið trý heiðursmerki í Olympisku leikunum og verið við í trimum EM endaspølum. Tey bestu úrslitini eru annað plássið í HM-kappingini á heimavølli í 1958 og triðja plássið í HM endaspælinum í USA í 1994.
Í nýggjari tíð hava leikarar sum Thomas Brolin, Martin Dahlin, Jonas Thern, Kennet Andersson, Henke Larsson og Frederik Ljungberg verið millum stóru profilarnar, ið hava gjørt sítt til, at Svøríki hevur verið ein fótbóltstjóð, vit skulu rokna við, og sum oftast tekur lut í EM- og HM endaspølum.
Síðan ár 2000 hava sviar luttikið í øllum EM- og HM endaspølum – fyriuttan HM-kappingini í Suður Afrika í 2010. Nú ræður um hjá Zlatan og restini av svensku manningini at vinna seg víðari til HM-kappingina í Brasilia. Skal tað eydnast, verður óivað neyðugt at fáa fult ímóti Føroyum fríggjakvøldið 12. oktober á Tórsvølli.
FAKTA
Visti tú at…
At fyrsti landsdysturin hjá Zlatan Ibrahimovic var ímóti Føroyum í 2001?
At málverjin Thomas Ravelli hevur spælt flest landsdystir (143) fyri Svøríki?
At Erik Hamrén, svenski landsliðsvenjarin, hevur verið venjari hjá Súna Olsen í AAB?
At Anders Svenson er elsti leikari (36 ár) á svenska landsliðnum?
At hetta fyrstu ferð, at Svøríki og Føroyar møtast í einum altjóða undankappingardysti?
Svenski hópurin
Par Hansson, Helsingborgs IF (SWE)
Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR)
Johan Wiland, FC København (DK), Mikael Antonsson, Bologna FC (ITA)
Andreas Granqvist, Genoe FC (ITA)
Adam Johansson, Seattle Sounders FC (USA)
Mikael Lustig, Celtic FC (SCO)
Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ENG)
Martin Olsson, Blackburn Rovers (ENG)
Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL), Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS)
Johan Elmander, Galatasaray (TUR)
Samuel Holmen, Instanbul BB (TUR)
Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA)
Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ENG)
Kim Kallstrøm, Spartak Moskva (RUS)
Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ENG)
Mathias Renegie, Udinese Calcio (ITA)
Tobias Sana, AFC Ajax (HOL)
Anders Svensson, IF Elfsborg (SWE)
Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL)
Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS)
Christian Wilhelmsson, Los Angeles Galaxy (USA)
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki byrjar kl. 17:00. Atgongumerki kunnu keypast í Dansifrøi til kl. 16:00.