Heimskenda svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, verður at síggja á Tórsvølli, tá Svøríki vitjar fríggjadagin 12. oktober
Hann hevur spælt fyri stórfeløg sum Ajax Amsterdam, Juventus, AC Milan, FC Barcelona, Inter Milan, og nú er navnframi sviin sáttmálabundin við Paris Saint-Germain í Fraklandi.
Men um eina góða viku verður umstríddi framherjin at síggja á Tórsvølli.
Svenski A-landsliðsvenjarin, Erik Hamren almannakunngjørdi fyrr í vikuni hópin til dystin ímóti Føroyum og millum teir 23 leikararnar er Zlatan Ibrahimovic.
Zlatan hevur seinastu tólv árini spælt 82 landsdystir fyri Svøríki og gjørt 33 mál. Men tað hava tó ikki bara verið smíl og gleði hjá framherjanum á svenska landsliðnum.
Barnaárini vóru mangan hørð. Tá Zlatan var um 7 ára gamal, vórðu foreldrini fráskild, og uppvøksturin var fyri tað mesta saman við pápanum, sum til tíðir hevði stórar rúsdrekka trupulleikar.
Alt byrjaði móti Føroyum
Fyrsti A-landsdystur hjá Zlatan Ibrahimovic var í Tipshallen í Vaxjø í Svøríki, 31. januar í 2001. Mótstøðuliðið var Føroyar, og úrslitið gjørdist málleysur javnleikur.
Tá spældi Zlatan við Malmø, men varð stutt seinni seldur til hollendska Ajax Amsterdam.
Nógv er hent síðani januardagin í 2001 og Zlatan er í dag ein av heimsins mest kendu fótbóltsleikarunum.
Fleiri stór nøvn
Umframt Zlatan Ibrahimovic, so eru fleiri stór nøvn á svenska landsliðnum. Sebastian Larsson hevur gjørt um seg í ensku Premier League og spælir í dag við Sunderland. Larsson byrjaði sína yrkisleið í Arsenal, saman við Inga Højsted.
Eisini John Elmander hevur gjørt um seg í Premier League. Elmander byrjaði av álvara í Brøndby, undir leiðslu av Michael Laudrup, men varð síðani seldur til franska Toulouse, har hávaksni sviin stóð seg væl, áðrenn Bolton kom og bankaði upp á dyrnar. Í dag spælir Johan Elmander við turkiska stórfelagnum Galatasaray.
Í verjupartinum hevur svenski venjarin fleiri góðar leikarar at ráða yvir, teirra millum Jonas Olssen, sum til dagliga spælir fyri West Bromwich Albion. Olsson er ein harður verjuleikari, nakað sum føroysku framherjar uttan iva koma at leggja merki til.
Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður spældur á Tórsvølli fríggjadagin 12. oktober, kl. 17:00.
Kelda: Sosialurin, 3. oktober 2012
Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Svøríki kann keypast HER