Áhugin fyri ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipar fyri komandi vikuskiftið, er stórur. Yvir 100 venjarar hava boðað frá luttøku


– Tað er einki at ivast í, at ráðstevnan er komin fyri at verða. Vit byrjaðu fyri fýra árum síðani, og til hvørja ráðstevnu hevur áhugin verið stórur, samstundis sum nógv áhugavert hevur verið á skránni, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Og áhugin fyri ársins ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt er einki undantak. Nú fáir dagar eru til ráðstevnan verður, hava yvir 100 venjarar úr nærum øllum feløgunum kring alt landið boðað frá luttøku.

Skráin sær eisini spennandi út. Umframt nýggja føroyska landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, fáa vit eisini vitjan av Nicas Kjeldsen, ið dagliga er talentstjóri í ungdómsakademinum hjá Lyngdby BK, og Thomas Lollike Christensen, ið starvast sum leiðari av barnafótbóltinum í KB, sum er partur av FC Keypmannahavn.


Skráin

Fríggjadagin 28. februar 2020

Kl. 17:00Vit bjóða kaffi v.m. í B36-húsinum
Kl. 17:15Vælkomin, skrá og ymisk kunningPætur Clementsen
Kl. 17:45GrassrootsChristina Ravnsfjall
Kl. 18:15Døgurði í B36-húsinum
Kl. 19:00“Talentverksmiðjan” Lyngby BKNicas Kjeldsen

Leygardagin 29. februar 2020

Kl. 09:00Dystarkrøv til landsliðsfótbóltJógvan Martin Olsen
TRÝ YMISK TEMA
Kl. 10:00MálmansvenjingJens Martin Knudsen
Kl. 10:45VenjingJens Martin Knudsen
Kl. 11:45Samanumtøka
Kl. 10:00VenjingarhættirNicas Kjeldsen
Kl. 10:45VenjingNicas Kjeldsen
Kl. 11:45Samanumtøka
Kl. 10:00VenjingartilfarEli Hentze
Kl. 10:45VenjingJens Erik Rasmussen
Kl. 11:45Samanumtøka
Kl. 12:00Døgurði í B36-húsinum
Kl. 12:45Ástøði um yvirgongd frá ung-
dómi til vaksin
Thomas L. Christensen
Kl. 13:45VenjingThomas L. Christensen
Kl. 15:00“Vejen til U21 EM-guld í 2015”Håkan Ericson
Kl. 16:00SamanumtøkaPætur Clementsen
Kl. 16:00Stórsteypadystur kvinnur
Kl. 19:00Stórsteypadystur menn