John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið hópin, ið miðjan august skal til U18-menningarkapping í Estlandi
Í døgunum 11. til 16. august skal yngri parturin av føroyska U19-landsliðið við gentum taka lut í UEFA Menningarkapping í Estlandi.
Kappingin er fyri U18-landslið, og tískil hava John Petersen og Ingun Hansen, landsliðsvenjarar, einans úttikið leikarar, sum eru føddir í 1997, umframt nakrar av U17-landsliðnum, til menningarkappingina, sum verður í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.
– Sum heild kenna vit einki til hini londini, tó undantikið Aserbaijan, sum vit spældu ímóti í fjør. Men tá var liðið mannað við øðrum leikarum, og tí er ilt at meta um, hvat vit kunnu vænta hesaferð. Hetta verður kortini ein spennandi avbjóðing fyri okkara leikarar, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.
Tær 18, ið eru úttiknar, eru hesar:
Annika Dam, Lív Arge, Milja Simonsen og Rebekka Benbakoura, HB.
Anna S. Hansen, Kára Djurhuus og Durita Hummeland, EB-Streymur/Skála.
Bjørt Holm, Kristina Obradovic, Arnborg Lervig og Hjørdis Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur.
Elisabeth Vang, Guðrið Thomsen og Silja Róin, B36.
Jónvá Hentze, B71.
Birita Nielsen, B68/NSÍ.
Evy á Lakjuni og Erla Christiansen, KÍ.
Í Tallinn skal føroyska liðið spæla tríggjar dystir. Týsdagin 12. august spæla Aserbaijan og Føroyar, og dagin eftir skulu føroysku genturnar royna seg ímóti Estlandi. Triðji dysturin verður fríggjadagin 15. august, tá er mótstøðuliðið Turkaland.
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 11. august, og verður aftur leygardagin 16. august.