Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at yngru deildirnar hjá gentum og dreingjum skulu skifta navn
Tað er ikki bara í bestu deildini hjá monnum, at talan verður um navnabroyting, nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman.

Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt av, at kappingarnar í yngru deildunum hjá bæði gentum og dreingjum, frá í ár av fáa nýtt navn.

Við hesari broyting verður lættari at fylgja við, hvønn aldursbólk talan er um, tá navnið á kappingini verður nevnt.

Broytingarnar eru hesar:
Unglingar, broytist til Dreingir U18
Dreingir, broytist til Dreingir U16
Smádreingir, broytist til Dreingir U14
Piltar, broytist til Dreingir U12
Smápiltar, broytist til Dreingir U10
Pinkulingar, broytist til U8
Gentur 14-17, broytist til Gentur U17
Smágentur, broytist til Gentur U14
Gentur 10-12, broytist til Gentur U12
Pinkur, broytist til Gentur U10

Afturat hesum, kemur Gentur U8.

Av omanfyri nevndu kappingum, er tað bara í Dreingir U18, at broytingar eru í aldursmarkinum.

Undanfarin ár hevur leikari, ið hevur luttikið í Unglingadeildini, ikki skula verið fyltur 19 ár, áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Nú skal leikari, ið luttekur í deildini Dreingir U18, ikki vera fyltur 18 ár áðrenn 1. Januar í kappingarárinum.

Í øllum dreingjadeildum og Gentur U12 og eldri, eru reglurnar nú eisini tær, at ikki er loyvt málmanni at taka bóltin upp í samband við afturlegging.