Fótbóltssamband Føroya og Yndifitness hava í dag gjørt samstarvsavtalau, glandandi næstu tvey árini
Sum liður í at styrkja føroysku dómararnar kropsliga til komandi kappingarár, hevur Fóbtóltssamband Føroya í dag gjørt eina 2-ára samstarvsavtalu við Yndifitness í Havn og í Klaksvík.
Avtalan inniber, at føroysku úrmælinga- og talentdómararnir næstu tvey árini kunnu nýta tær venjingarumstøður, ið Yndifitness hevur at bjóða. Umframt at kunna venja í hølunum hjá Yndifitness í Havn og í Klaksvík, er avtalan eisini galdandi fyri Róðrarneystið á Glyvrum, har umstøðurnar til kropsliga venjing eisini eru sera góðar.
Við hesi samstarvsavtalu kemur Yndifitness at verða sjónligt á klæðunum hjá dómarunum, ið fara at døma í Meistaradeildini og í 1. deild hjá monnum í 2012 og 2013.
Umframt at dómararnir hava fingið góðar umstøður til kropsligar venjingar, er avtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Yndifitness eisini galdandi fyri A-landsliðsleikararnar hjá monnum.