Føroyska U16-landsliðið við dreingjum tapti 2-0 fyri Wales, í næsta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Føroyum
Sunnudagin var annað umfar á skránni í UEFA menningarkappingini fyri U16-landslið við dreingjum, sum í hesum døgum verður spæld í Føroyum.

Í fyrra dystinum í øðrum umfari spældu Norðurírland og Ísland. Norðurírar løgdu bragdliga fyri, og eftir lítlari løtu var Norðurírland framman fyri við tveimum. Men sum fráleið kom Ísland meir við í dystin. Stutt fyri steðgin minkaði íslendingar um munin, og í seinni hálvleiki skoraði Ísland tvey mál afturat, og vann til endans 3-2.

Seinni dysturin í øðrum umfari var ímillum Føroyar og Wales. Gestirnar á Tórsvølli vóru spælstýrandi meginpartin av dystinum, men tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at walisar fingu hol á málskjótingina. Úrslitið gjørdist 2-0 til Wales.

Triðja og seinasta umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt týsdagin 21. apríl klokkan 10:00. Á Ovara vølli í Gundadali spæla Norðurírland og Wales, meðan Ísland og Føroyar hittast á Tórsvølli.