Wales lat ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær sigur á Tórsvølli hósdagin, og vann til endans 6-0 á Føroyum. Men um meir hepni var við føroysku kvinnunum, so fingu tær eisini okkurt mál

Lat tað vera sagt beinanvegin, at Wales var betra liðið á Tórsvølli hósdagin, tá fyrsti dystur í undankappingini til EM 2021 var á skránni. Men seks mál var alíkavæl ikki munurin á liðunum, og um meir hepni var við okkara kvinnum, so fingu tær eisini okkurt mál.

 

Tað byrjaði sera væl hjá Wales, sum longu eftir fimm minuttir var á odda 2-0. Men føroyska liði reisti seg eftir trilvandi byrjanina, og kom betri við í dystin sum fyrri hálvleikur leið.

 

Størsta føroyska málmøguleikan fekk Heidi Sevdal, tá hon fangaði bóltin eftir útspark frá walisiska málverjanum. Heidi smekkaði til, men málverjin bjargaði væl, og so spurdist tíverri ikki meir burtur úr.

 

Lítla løtu seinni fekk Wales sítt næsta brótspark í dystinum. Tað fyrra fór oman fyri málið, meðan tað seinna var sett trygt í netið. Eftir hetta øktu walisisku kvinnurnar tríggjar ferðir, og vunnu til endans 6-0.

 

Næsta uppgáva hjá føroysku kvinnunum er týsdagin, tá tær skulu spæla á útivølli ímóti Hvítarusslandi.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Wales – Mynd: Bjarni Enghamar