Nýtt graslíki er lagt á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, og væntandi verður vøllurin tikin í brúk mikudagin, tá Víkingur og NSÍ møtast
Arbeiðið at skifta graslíkisvøllin í Sarpugerði í Norðragøtu er liðugt, og væntandi verður nýggi vøllurin tikin í brúk mikudagin 13. juni, tá Víkingur og NSÍ møtast í 12. umfari í Effodeildini.

Eftir ætlan skuldi arbeiðið at skifta vøllin bara taka tvær til tríggjar vikur, men hetta gjørdist nógv drúgvari enn ætlað. Tí mátti fremsta lið hjá Víkingi spæla meir enn bara tann eini "heimadystin" í Fløtugerði í Fuglafirði.

At arbeiðið dróg út, komst av, at tá gamli graslíkisvøllurin varð tikin av, vísta tað seg, at undirlagið eisini mátti skiftast. Hetta bleiv síðani gjørt, og nú er nýggja graslíkið eisini komið at liggja í Sarpugerði.

Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggja felagshúsið hjá Víkingi, har umklæðingarrúmini í fyrstu atløgu skulu gerast liðug. Nær alt húsið verður klárt at taka í brúk, er ikki heilt greitt enn, men væntandi gongur ikki long tíð afturat, til eisini ovara hæddin verður liðug.

Áðrenn nýggi graslíkisvøllurin í Sarpugerði av álvara kann takast í brúk, skulu føroysku fótbóltsmyndugleikarnir góðkenna vøllin.