Sum fyrstu fyritøkur í Føroyum, hava Vodafone og SMS undirskrivað Partner-avtalu við Fótbóltssamband Føroya
Sum nakað nýtt, hava fyritøkur nú møguleika at ogna sær framíhjápláss til allar heimadystir hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Hetta inniber millum annað, at fyritøkurnar, ið eru FSF Partnarar, undan hvørjum heimadysti fáa sersømdir av Fótbóltssamband Føroya, av ymiskum slag.
Herfyri skrivaðu Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone og Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskriva í FSF, undir fyrstu “Partner”-avtluna, og stutt seinni gjørdist SMS eisini Partnari hjá Fótbóltssamband Føroya.
Við hesum hava fyritøkurnar valt at stuðla føroyskum landsliðsfótbólti á ein serligan hátt, og vónandi verða tað enn fleiri, ið fara at taka av hesum møguleikanum.
Kristin Dam Ziska, FSF og Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone