Venjarin hjá føroyska U17-gentulandsliðnum, Jan Mølvad Laursen, sigur, at føroyska liðið leggur stóran dent á at spæla fótbólt fram eftir vøllinum heldur enn bara at standa og verja. Okkara gentur skulu tora at spæla, sigur hann
Í februar í ár tók Jan Mølvad Laursen við sum venjari hjá U17-gentulandsliðnum, og síðani tá hevur hann saman við Báru Skaale Klakstein, hjálparvenjara og leikarunum arbeitt miðvíst fram móti EM-undankappingini, sum nú fer fram á heimavølli í Føroyum.

– Hetta er ein øgiliga stór avbjóðing fyri okkum. Vit skulu spæla móti trimum sera sterkum londum. Italia gjørdst til dømis nummar trý til heimsmeistarakappingina fyrr í ár, og vit vita eisini, at bæði Noreg og Grikkaland hava eitt sera sterkt lið. Harafturat er ein onnur stór avbjóðing, at vit skulu spæla á fullum vølli, tí tað eru okkara leikarar heldur ikki vanir við, tí í føroysku U17-kappingini verður spælt á hálvum vølli, sigur Jan Mølvad Laursen.

Hann vísir tó á, at nakrir av føroysku leikarunum tó spæla regluliga í bestu kvinnukappingini her heima, og tá verður spælt á fullum vølli.

– Men vit hava eisini spælt eina rúgvu av venjingardystum, og tá hava vit altíð spælt á fullum vølli fyri at venja okkum við tað, sigur Jan Mølvad Laursen.

Drúgvar fyrireikingar
Sum áðurnevnt tók Jan Mølvad Laursen við venjarasessinum í februar, og fyrireikingarnar fram móti hesi kappingini hava verið drúgvar.

– Vit innkallaðu fyrst 50 leikarar og høvdu so nakrar innnanhýsis venjingardystir. So blivu 18 leikarar tiknir út, tá vit fóru til Norðurírlands at spæla eina menningarkapping í apríl. Í summar vóru vit so í Estlandi við einum U18-landsliði, og har vóru 12 av teimum, sum eru á U17-landsliðnum, við, meðan seks leikarar vóru frá U19-liðnum. Tá høvdu vit eisini nøkur nýggj andlit við, sum høvdu gjørt tað gott í heimligu kappingini, greiðir venjarin frá.

Jan Mølvad Laursen sigur, at hópurin hevur verið heilt nógv saman í alt ár.

– Vit hava verið savnaðar til venjing so at siga hvørja viku. Hetta eru gentur úr øllum landinum, og tær hava møtt trúfast upp til hvørja venjing, og hugburðurin hjá teimum hevur verið framúr góður, sigur hann.

Valt spælarar í mun til spælistíl
Fyri Jan Mølvad Laursen og Báru S. Klakstein hevur tað nógv at siga, at føroysku leikararnir tora at spæla fótbólt.

– Vit hava valt leikarar út frá spælistílinum, sum vit hava lagt okkum eftir. Vit skulu tora at spæla fótbólt. Vit vilja gjarna spæla fótbólt og skulu tora at fara fram eftir vøllinum. Sjálvandi er tað ein vandi við at spæla soleiðis, men skulu vit menna føroyskan kvinnufótbólt, so noyðast vit at tora at fara fram eftir vøllinum. Tí vit kunnu gott spæla fótbólt, sigur Jan Mølvad Laursen.

Sjálvur sigur landsliðsvenjarin, at han vónar, at kappingin í Føroyum fer at vísa, at føroyskur kvinnufótbóltur hevur flutt seg frá at sparka og renna stílinum til at tora at spæla fram eftir vøllinum, og at man virkar sum ein eind.

– Hetta er ein góður árgangur hjá okkum, og tað vísir seg, at genturnar blóma, nú vit siga við tær, at vit vilja spæla fótbólt. Tað skal vera stuttligt hjá teimum at spæla, sigur føroyski U17-landsliðsvenjarin hjá gentum at enda.